Vilja knýta vinasamband millum politikarar

Við hesum tiltakinum, vóna vit at fremja altjóða samstarv, sigur russiska Duman í innbjóðing til Løgtingið um at vera við í ítróttarkapping í Moskva

-Vit vóna við hesum tiltakinum at fremja altjóða samstarv og at knýta vinasambond ímillum tinglimir úr Evropa.

Tað sigur russiska Duman í innbjóðingini til Føroya Løting um at koma til Russlands at vera við í fyrstu ítróttarkappingini ímillum ting í Evropa og sum tað ber til at lesa um í greinini omanfyri.

Tað er ítrótturin, sum skal vera snúningspunktið og kappast verður í fimm ítróttargreinum: Innandurafótbólti, tennis og borðtennis, talvi og golf.

Og tað verða yrkisdómarar í øllum kappingum og kappingarnar verða á bestu ítróttarvøllum í Moskva

Harafturat verður skipa fyri fólkaheilsurenning fyri allar luttakararnar.

Men skipað verður eisini fyri útferðum til søvn, leikhús og onnur áhugaverd støð í Moskva og tað býðst eisini høvi til at hitta umboð fyri russisku stjórnina og býarstýri í Moskva.

Les eisini greinina: Tingfólk til Moskva at spæla landsdyst