Skal metast eftir úrslitunum, sum higar til hava verið í landskappingini, so kann Neistin kanska gera okkurt við Stjørnuna, sum fyrr í vetur mátti taka til takkar við javnleiki í útidystinum móti Neistanum. Men úrslitið í Klaksvík í gjár bendir tó ikki á, at Neistin skal vænta sær nakað serligt hendan dystin.
Tjaldur hevur heimavøll móti StÍF, sum neyvan fer at gera tað heilt stóra í júst tí dystinum, og tað sama má sigast um Kyndil, sum hevur møtumikla uppgávu í Vági.
Í Havn byrjar dysturin klokkan 14.30, meðan hinir báðir dystirnir byrja klokkan 15.00.