Vilja keypa United

Eitt asiatiskt samtak sigst nú vera til reiðar at gera størsta handilin í fótbóltssøguni. News of the World skrivar, at samtakið hevur sett seg í samband við Glazer-famljuna, sum eigur Manchester United, og at ætlaði keypsupphæddin er um eina millard pund. Roknað verður við, at Malcolm Glazer hevur trupult við at røkja sína skyldur mótvegis fíggjarstovnunum, og at løtan tí er júst tann rætta at koma við einum boði upp á felagið.