Miðflokkurin hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at veita stuðul úr landskassanum til at keypa triðjalandsfisk, sum so kann flytast til higar at verða virkaður á føroyskum flakavirkjum. Flokkurin hevur fyrr lagt uppskot um hetta fram, men tá varð tað felt í Løgtinginum.
Men nú heldur flokkurin at tíðirnar eru heilt øðrvísi og tí roynir hann einaferð enn.
- Tað eru ongar aðrar loysnir í eygsjón, heldur Miðflokkurin.
Hann staðfestir at Føroyar eru í kreppu. Fyri fáum døgum síðani mistu 800 fólk í flakavinnuni á landi arbeiðið og samstundis hevur føroyski fíggjargeirin ligið bløðandi í longri tíð, tí annar av stóru bankunum ikki reið stormin av. Í hesum sambandi hava einir 8000 partaeigarar lutvíst ella heilt mist sína uppsparing.
- Harvið er føroyska samfelagið í ólukkumát drenað fyri váðafúsan kapital, sum vanliga er grundarlagið undir nýggjum arbeiðsplássum.
Miðflokkurin vísir á, at aðrar stjórnir hava sett ein kreppupakka fyri og annan eftir í gildi, men í Føroyum hendir onki!
- Tá tað ikki, hóast áhaldandi royndir, hevur eydnast andstøðuni á tingi at fáa landsstýrið frá, tí tað vil ikki stjórna landinum, er ikki annað til ráða at taka enn at royna at vísa á gongdar leiðir, sigur Miðflokkurin










