Vilja keypa Faroe Petroleum fyri 5,1 milliardir

Norskt oljufelag roynir nú at keypa øll partabrøvini í Faroe Petroleum

Norska oljufelagið DNO boðaði í morgun frá, at tað er sinnað at keypa øll partabrøvini í oljufelagnum Faroe Petroleum. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.


Frammanundan eigur felagið beint yvir 28 prosent av partabrævunum, men bjóðar nú restina av eigarunum 12,73 krónur fyri hvørt partabræv í Faroe Petroleum. Boðið er umleið fýra krónur hægri enn 3. apríl, ið er dagurin áðrenn DNO keypti síni fyrstu partabrøv í Faroe Petroleum.


Boðið er eisini umleið 2 krónur hægri enn virðið á partabrøvunum, tá keypskálin stongdi fríggjadagin.


Reuters skrivar, at tilsamans hevur boðið eitt virði á 5,13 milliardir krónur.