Eirikur Lindenskov
Grundleggjandi krav okkara er, at vit koma undir somu viðurskifti, sum hini starvsfólkini hjá Tórshavnar Býráð. Hetta er tað minsta kravið, og vit bakka ikki.
Hetta siga tær báðar dagrøktarmammurnar hjá Tórshavnar Býráð, Signa Hammer, sum er nevndarlimur í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag og Ada Bisp, sum er álitisfólk hjá dagrøktarmammunum.
Tær halda, at stundin er komin at siga fólkið, hvat málið - og harvið verkfallið - veruliga snýr seg um.
Vit gjørdust limir í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag fyri tveimum árum síðani. Vit vildu hava somu grundleggjandi viðurskiftini, sum hinir limirnir í felagnum, men tað fingu vit ikki, siga tær.
Vit fáa ikki barnsburðarfarloyvi, men mugu á Almannastovuna at fáa dagpening.
Trupulleikin hjá dagrøktarmammunum er tann, at tær ikki verða skattaðar av einum triðingi av lønini. Hetta er sum eitt endurgjald, og verður tí ikki roknað sum løn. Av somu orsøk verður dagpeningur teirra roknaður út eftir hinum 2/3 av lønini, soleiðis at ein dagrøktarmamma í farloyvi einans fær 80% av hesum - umleið 3-4.000 krónur í dagpeningi, um hon fer í barnsburðarfarloyvi.
Eitt annað krav hjá dagrøktarmammunum er at fáa somu rættindi, tá teirra egnu børn eru sjúk, sum hini starvsfólkini hjá Tórshavnar Býráð fáa. Tey kunnu vera heima hjá børnum í tíggju dagar um árið, gerast børnini sjúk.
Vit fáa illa tikið frísk børn í heim okkara at ansa, tá vit hava gingið uppi í nætur við okkara egna sjúka barni, siga tær báðar.
Tær báðar eru als ikki í iva. Dagrøktarmammurnar skulu hava somu kor og rættindi, sum hinir limirnir í felagnum, men hesum er leiðslan í býráðnum ikki samd í.
Tað einasta, býráðið hevur góðtikið av krøvunum hjá dagrøktarmammunum er, at álitisfólk teirra skal verða eftirspurt, um starvsfólk verður flutt í annað starv o. s. fr.
Krevja frægari arbeiðsumstøður
Annað mál, sum dagrøktarmammurnar vilja hava greiði á, eru arbeiðsumstøðurnar. Kravið til teirra er, at heimið skal standa opið frá klokkan 7.30 á morgni til 17.15 á kvøldið.
Vit skulu sostatt verða einsamallar við børnunum í 9 3/4 tímar um dagin. Hetta er uttan nakran støðg - vit fáa ikki farið frá børnunum eina einastu løtu, siga tær.
Dagrøktarmammurnar krevja, at tær fáa hesi viðurskiftini í sersáttmálan. Ikki at stytta arbeiðsdagin, men at dagurin verður defineraður sum 8,5 tímar.
Fólk hava jú átta tímar arbeiðsdag. Eitt korter má leggjast afturat í báðum endum. Tíðin út yvir hetta kann so metast sum yvirtíð, halda tær.
Eisini vilja dagrøktarmammurnar hava eitt eykagjald fyri at ansa teimum smæstu børnunum - teimum, sum eru millum 1/2 og 3 ár, tí meira arbeiði er í at ansa hesum børnum.
Býráðsformaðurin hevur sagt, at býráðið hevur játtað 115.000 krónur til eina spælistovu. Hetta halda dagrøktarmammurnar eisini vera sera gott.
Men hatta hevur einki við sáttmálan hjá okkum at gera. Talan er í hasum føri um arbeiðsamboð, sum arbeiðsgevarin eigur at rinda fyri, siga tær báðar Ada Bisp og Signa Hammer, sum halda, at vit eiga ikki at blanda tingini saman.
Spælistovan er í løtuni í Arnes Minde á Kirkjuvegi í Havn, har dagrøktarmammur tvær og tvær skiftast um at ansa børnunum.
Vit eru 62 dagrøktarmammur og 300 børn, so tú kanst ætla, at ofta er trongligt, siga tær .
Í hesum sambandi vísa tær tó á, at broytingar eru við at fara fram í løtuni, sum tær fegnast um.
Einki hoyrt frá semingsstovninum
Verkfallið hjá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag stendur við.
Gjáramorgunin var fundur fyri álitisfólk. Andreas Poulsen, formaður í felagnum sigur, at Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag einki hevur hoyrt frá semingsmonnunum, hóast hetta hevur verið frammi í fjølmiðlunum.
Við útvarpið fyrrakvøldið segði afturvísti Kristian Magnussen, landsstýrismaður, at tað var landsstýrið sum lá í buktini - og ikki vildi gjalda meira.
Leivur Hansen, borgarstjóri segði í gjár, at orðini hjá Kristian Magnussen vóru nýggj fyri sær.
Hann útskrivaði ein blankokekk, segði hann við útvarpið.
Dagrøktarmammurnar bakka ikki
Verkfallið stendur við enn, og Andreas Poulsen, formaður í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag letur væl at í so máta.
Verkfallið virkar 100%. Verkfalsvaktir eru á teimum støðum, vit halda verða neyðugt, og verkfallið er væl lagt til rættis.
Dagrøktarmammurnar, Signa Hammer og Ada Bisp siga við Sosialin, at tær bakka ikki fyrr enn grundleggjandi krøvini eru komin í gjøgnum - at tær fáa somu viðurskifti, sum hini starvsfólkini hjá Tórshavnar Býráð.