Vilja ikki spara hjá sær sjálvum

Sambært Aksel V. Jo­hann­­esen, fyrrverandi fíggj­­ar­­mál­­­a­r­áðharra, so ætl­aði fyrra samgongan hjá Kaj Leo Johannesen at lækka tað sonevnda »kostn­að­ar­end­ur­gjald­ið« hjá politikarum, har teir fáa upp í 157.000 krónur skatt­afrítt um árið fyri at koyra til Havnar til arbeiðis.

Men hetta er ikki við í end­ur­skoð­aðu fríggj­ar­lóg­ini hjá nýggja landsstýrinum – og tað hevur fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin víst á í lesarabrævi.
– Men tað passar kanska so væl, at tann, sum longu fær 157.000 krónur skattafrítt nú fær 50.000 krónur afturat í skattalætta...?