Kvinnurnar, sum nú í eina tíð hava bíðað eftir at sleppa á fund við løgmann, mugu brynja seg við toli í eina tíð afturat.
Fundurin skuldi vera seinnapartin hósdagin, men á miðdegi ringdi løgmaður avboð, tí hann hevði ikki stundir.
- Hetta er ómetaliga keðiligt, tí hetta er aðru ferð, at løgmaður avlýsir fundir, sigur Ingrid Henriksen, sum hevur verið talskvinna hjá hesum kvinnubólkinum.
Hon sigur, at hetta serstakliga var hetta keðiligt, tí kvinnur vóru komnar úr øllum landinum og fleiri av teimum høvdu biðið sær frí frá arbeiði fyri at kunna møta.
Talan var um kvinnur frá trimum av teimum stóru flokkunum á Løgtingi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum.
Jacob einsamallur
Tað, sum hesar kvinnur ætla at tosa við løgmann um, er at fáa hann at taka politisk stig, so at tað verður lættari at gera kvinnulistar á løgtingsvalinum, ið stendur fyri durum.
Upprunaliga skuldi fundur verða í farnu viku, men hann varð avlýstur, tí løgmaður vildi hava landsstýrismannin í innlendismálum við sær á fundin.
Tað tóku kvinnurnar sum eitt gott tekin, tí landsstýrismaðurin í innlendismálum umsitur vallógina og skuldi hann vera við á fundi, mátti tað merkja, at løgmaður hevði sett sær fyri at gera okkurt við spurningin.
Sostatt var fundur settur at vera hósdagin. Men hann var so aftur avlýstur.
Tey fingu boðini um avlýsingina beint eftir miðdag, og tá var ov seint til, at tað bar til at fáa fatur á øllum kvinnunum og tí møttu tær upp í Tinganesi, har tey fingu boðini.
Sleppur ikki undan
Men kvinnurnar ætla ikki at lata løgmann sleppa undan.
- Vit eru fegin um, at Jacob Vestergaard skal við á fundin og áðrenn vit fóru avstað aftur, takkaðu vit honum fyri, at hann møtti upp og vildi hitta okkum, sigur Ingrid Henriksen.
Men hon leggur staðiliga dent á, at tað er løgmann tey vilja hitta og tí ætla tey at bíða, til tað liggur fyri hjá honum at møta.
Sjálv heldur hon, at hetta ber brá av, at løgmaður vil hava onnur at taka sær av málinum.
- Vit halda, at hetta málið er so grundleggjandi, at vit eru samdar um at tað er hóskandi fyri ein løgmann at taka upp og tí er tað løgmann, vit vilja hitta, sigur talskvinnan hjá kvinnubólkinum.
Meinar tú so, at hetta er ein roynd hjá løgmanni at sleppa undan at taka málið upp og at leggja tað yvir á Jacob Vestergaard í staðin?
- Tað fari eg ikki at siga, so tað havi eg onga viðmerking til, sigur Ingrid Henriksen.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá løgmanni, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Lættari at gera kvinnulistar
Tað, sum bólkurin av kvinnum vil tosa við løgmann um, er at broyta vallógina, so at tað verður lættari at gera kvinnulistar burturav til løgtingsvalið, sum stendur fyri durum.
Eftir vallógini kann ein flokkur hava tveir listar í einum valdømi. Tað er komið fyri nakrar ferðir, at sami flokkur hevur stilla tveir listar upp í sama valdømi. Men í hesum førunum, eru atkvøðurnar hjá listunum taldar hvør sær. Sostatt hava listarnir verið roknaðir sum hoyrandi til tveir flokkar, tá ið atkvøðurnar eru taldar upp
Sum døm kann nevnast, at fáa tveir listar hjá sama flokki 500 atkvøður í part, verður tað ikki roknað sum um at flokkurin hevur fingið 1000 atkvøður og tað kann gera tað torførari hjá flokkinum at fáa tinglim.
Tað, sum kvinnurnar nú vilja hava løgmann at syrgja fyri, er at taka politisk stig til at gera tað púra greitt, at atkvøðurnar hjá báðum listunum skulu teljast saman, so at báðir listarnir verða at rokna sum ein, tá ið talt verður upp.
Verður mannagongdin broytt, so at allar atkvøðurnar verða taldar saman, er ætlanin at gera reinar kvinnulistar í teimum ymsu flokkunum og verða atkvøðurnar taldar saman, fer tað at økja munandi um møguleikarnar hjá kvinnum at sleppa á ting.
Tað er hetta, tað higartil ikki hevur eydnast hjá hesum kvinnum at sleppa at tosa við løgmann um og nú verður bíðað einaferð afturat eftir fundarboðum.









