- Vilja ikki hava viðmerkingar á dimma.fo

- Vit missa ivaleyst lesarar av, at vit ikki loyva viðmerkjum á okkara heimasíðu. Men vit fara ikki uppá kompromis við tí vit halda er rætt, fyri at fáa størri aktivitet á síðuni, sigur Georg L. Petersen, ábyrgdarblaðstjóri hjá Dimmalætting.

- Vit missa ivaleyst lesarar av, at vit ikki loyva viðmerkjum á okkara heimasíðu. Men vit fara ikki uppá kompromis við tí vit halda er rætt, fyri at fáa størri aktivitet á síðuni, sigur Georg L. Petersen, ábyrgdarblaðstjóri hjá Dimmalætting.

Dimma.fo líkist á mangan hátt øðrum tíðindamiðlum á netinum. Men ein stórur munur er tó at síggja - tað ber ikki til at viðmerkja undir greinunum. Og tað er eitt púra tilvitað val, sum redaktiónin á Dimmalætting hevur gjørt.

 

- Vit kjakaðust um tað áðrenn vit lótu okkara netmiðil upp, og vit settu okkum fyri at halda støðið høgt. Vit frávaldu viðmerkingar, tí alt og ofta er tað bert gorr og gall, sum verður tveitt út í almenna rúmið og ikki nakað konstruktivt kjak, sigur Georg L. Petersen.

 

Um so var, at Dimmalætting skuldi havt møguleikar fyri viðmerkingum á netinum, so vildu tey havt ein persón, sum hevði til uppgávu, at sortera í tí, sum skrivað var. Men tað valdu tey frá.

 

- Vit mettu ikki tað var tað rætta at gera í fyrstu syftu, greiðir Georg L. Petersen frá.

 

Hann vísir á, at hóast støðið á viðmerkingunum á hinum portalunum er lágt, so er tað sjálvandi dømi um, at viðmerkingarnar elva til siðiligt og áhugavert kjak.

 

-Men tað kemur mangan onkur høpisleys viðmerking ímillum, og so er alt kjakið farið av sporinum, sigur Georg L. Petersen.

 

Fyri hann hevur tað týdning at taka viðmerkingar á netinum í álvara, tí veruleikin er, at miðlarnir hava eina størri ábyrgd enn sum so.

 

Les meira í Sosialinum, sum kom á gøtuna í dag. Í Vikuskiftis Sosialinum komandi ber eisini til at lesa meira um evnið.