Vilja ikki hava trælir at byggja skip til Føroya

Høgni Hoydal fer nú at seta kanning í verk fyri at tryggja, at tað ikki eru trælir sum byggja okkara nýggja havrannsóknarskip í Litava

 

 – Tað má ikki henda, at tað eru trælir úr Norðurkorea, sum byggja skrokkin til okkara nýggja havrannsóknarskip.

 

Tað staðfestur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Ein partur av okkara nýggja havrannsóknarskipið verður bygt í Litava og Jenis av Rana vísir á, at tað er vanlig mannagongd har um vegir, at arbeiðsfólkið eru trælir úr Norðurkorea, sum stjórnin í afturlætna einaræðinum sendir uttanlands at arbeiða fyri at forvinna fremmant gjaldoyra til landið.

 

Hann vísir á, at tað er meiri enn eina ferð komið fram, at tað eru trælir úr Norðurkorea sum arbeiða á skipasmiðjum har um vegir, tí tað er ein vinnuvegur hjá stjórnini í Norðurkorea at senda trælir í onnur lond at arbeiða.

 

Tí hevur Jenis av Rana spurt Høgna Hoydal um hann ætlar sær at tryggja, at tað ikki eru trælir uppi í at byggja okkara nýggja havrannsóknarskip, tí hann heldur, at tað kunnu vit undir ongum umstøðum hava sitandi á okkum, og tað má ikki henda, at vit eru við til at stjóla ræðuliga einaræðinum í Norðurkorea, leggur hann afturat.

 

Høgni Hoydal heldur ikki, at vandi er fyri slíkum í hesum føri, men nú spurningurin er settur, er hann sinnaður at kanna tað. Landsstýrið hevur gjørt sáttmála við Mest um at byggja skipið og Mest hevur so útveitt ein part av arbeiðnum til eina skipasmiðju í Litava.

 

Men hann sigur, at Mest hevur gjørt sær stóran ómak at finna eina skipasmiðju, sum er viðurkend og har øll viðurskifti eru eftir forskriftunum, og sum eisini hevur gott orð á sær fyri at levera dygdarverk.

 

Landsstýrið hevur eisini tryggjað sær í sáttmálanum við Mest, at øll viðurskifti eru eftir forskriftunum og hann hevur fult álit á Mest.

 

– Eg dugu ikki at svara upp á um vandin fyri trælaarbeiði er til staðar í hesum føri. Eg vænti tað ikki, men eg skal fegin kanna tað, sigur Landsstýrismaðurin.