Vilja ikki hava Strauss-Kahn

Studentarnir á lærda háskúlanum í Cambridge í Onglandi eru í øðini um, at leiðslan hevur boðið fyrrverandi IMF-stjóranum Dominique Strauss-Kahn at halda fyrilestur har um altjóða skuldarkreppuna.

Strauss-Kahn segði seg úr stjórastarvinum í Altjóða Gjaldoyragrunninum, eftir at hann bleiv skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti einari kvinnu á einum hotelli í New York í fjør. Tað málið bleiv slept, men í síðsta mánað var Strauss-Kahn til avhoyringar í Fraklandi í sambandi við, at hann skal hava hugnað sær við kvinnum, sum fingu pengar frá tveimum handilsmonnum afturfyri.

Talskvinnan hjá lærda háskúlanum í Cambridge sigur, at tá Dominique Strauss-Kahn bleiv biðin um at halda fyrilesturin, visti almenningurin einki um, at hann var skuldsettur fyri kynsligan ágang. Sambært talskvinnuni bleiv hann spurdur fyrstu ferð longu tíðliga í 2010.

Higartil hava meiri enn 700 lesandi í Cambridge skrivað undir eina áheitan á leiðsluna um at avlýsa fyrilesturin hjá fyrrverandi IMF-stjóranum.