Um tað var soleiðis, sum tað upprunaliga varð ætlað, so hevði triðja umfar í landskappingini verið á skránni í morgin.
Týskvøldið 3. mars var stórsteypadysturin millum KÍ og HB, og so var ætlanin, at fyrsta umfar í Betri deildini skuldi vera sunnudagin 8. mars. Ætlanin var av ongum, og síðani hevur tað verið steindeytt í fótbóltinum.
Í feløgunum verður skipað fyri venjingum í smáum bólkum og spælararnir venja sjálvir.
At eingir dystir eru ber við sær, at inntøkugrundarlagið hjá feløgunum er nógv minni, enn tað annars hevði verið.
Í Fuglafirði hevur støðan við sær, at spælararnir og venjararnri nú hava gjørt av, at teir skulu ikki hava løn fyri mars mánað.
Liðformaðurin, Jan Ó. Ellingsgaard, skrivar soleiðis á facebookvanganum hjá ÍF fjepparunum:
Vit, í Betri-hópinum hjá monnum, hava arbeitt hart móti at gerast klárir til kappingarbyrjan, sum skuldi verða fyri tveimum vikum síðani. Vegna korona-farsóttina, er enn ógreitt nær hetta verður. Farsóttin ávirkar gerandisdagin hjá okkum øllum, og halda vit leikarar tí forminum við líka við sjálvvenjingum fyribils.
Vit eru sera góðir við okkara felag – ÍF. Tí hava vit leikarar og venjarar sjálvir tikið stig til, at frásiga okkum part av okkara lønum í mars. Hesum hava vit boða nevndini frá í dag. Somuleiðis skal tað sigast, at eg eri biðin um at skriva um hetta til tykkum fjepparar.
Tíbetur vísir tað seg, at vit standa sera væl saman í tíðum sum hesum. Vónandi gerst hetta ”korona-tíðarskeiðið” ikki ov langdrigið, so vit kunnu koma í okkara vanligu gerandisdagsrútmu aftur, og bólturin aftur kann fara á rull.











