Vilja ikki hava fílar til Grønlands

Sama er við eitt nú oyðimarkarrottu, krokudillum og fleiri øðrum djóra-og fuglasløgum.

 

Sambært einari nýggjari kunngerð, sum grønlendska fiski-og landbúnaðarmálaráðið hevur sent til hoyringar, verður sligið fast við sjeytummaseymi, at Grønland vil ikki hava fílar inn í landið.

Sama er við eitt nú oyðimarkarrottu, krokudillum og fleiri øðrum djóra-og fuglasløgum.

Í nevndu kunngerð, sum fyllir næstan fimm síður, er ein langur listi yvir súgdjór, fuglar og skriðdjór, sum eru óynskt í Grønlandi, tá hesi sambært myndugleikunum vilja veksa um vandan fyri spreiðing av sjúkum.

Sambært kunngerðini eru atlit tikin til, at djór og fuglar, sum eru óynskt í Grønlandi, eisini eru tað av orsøkum, sum hava við djóravernd og ráðiligheit at gera.

Tað er tó ikki neyðugt hjá djóravinum at stúra fyri, at forboð verður sett fyri at taka hundar og kettur við sær til Grønlands, undantikið sonevndar stríðshundar. Sama er við eitt nú hamstrarum, kinkilla, kaninum og marsvínum.

Sermitsiaq, sum hevur hugt í nevndu kunngerð, skrivar, at millum fuglasløg, sum framvegis verður loyvt at taka við sær til Grønlands, eru eitt nú undulátar, kanariufuglar, sebrafinkur og ymiskir dvørgapappageykar.