Politikarar í Bretlandi krevja nú, at tað almenna fíggjareftirlitið skal fáa betri møguleikar at halda eyga við fyritøkum, sum ráðgeva fólki og øðrum, hvussu tey skulu fáa sum mest burtur úr sínum pengum.
Politikararnir siga tað vera neyðugt at forða fyri, at tað, sum hendei í málinum við Icesave, ikki skal endurtaka seg.
Ein frágreiðing, sum bretska Parlamentið hevur latið gera, kom til ta niðurstøðu, at fleiri veikleikar eru í tí almenna fíggjareftirlitinum.