Vilja ikki gjalda

Eftir einari semju skuldi amerikanska tubbaks­verksmiðjan R. J. Reynolds rinda statunum í USA næstan 10 milliardir krónur í endurgjaldi í fjør, men nú vísir tað seg, at fyritøkan hevur bara goldið eina góða helvt av pengunum. Hinvegin hevur tann størsta verksmiðjan, Philip Morris, goldið tær 20 milliardir krónurnar, sum fyritøkan bant seg til at gjalda.
Men bæði R. J. Reynolds og Philip Morris halda, at endurgjaldið er alt ov stórt. Tí hevur tann fyrra gjørt av at halda einum parti av pengunum aftur, og tann seinna hóttir við at fara í rættin við kravi um minni endurgjald.
Fleiri statir hava boðað frá, at teir ætla sær at gera sínar egnu semjur við tubbaks­verksmiðjurnar, um málið hjá Philip Morris endar í rættinum.