Tað er vanlukkan við tí malaysiska flogfarinum seinnapartin, sum hevur fingið fleiri av teimum stóru flogfeløgunum at gevast við at flúgva uppi yvir Ukraina.
Týska Lufthansa var tað fyrsta at boða frá, at tess flogfør fara ikki at flúgva uppi yvir Ukraina fyribils, og seinni eru somu boð komin frá turkiska Turkish Airlines, franska Air France, amerikanska Delta Airlines og russiska felagnum Aeroflot. Eisini minni feløg sum tasð norska Norwegian hava sagt, at tey flúgva ikki í ukrainskum loftrúmi fyribils.
Skandinaviska SAS hevur onga rutu í ukrainskum loftrúmi.
295 fólk vóru í flogfarinum, og myndugleikarnir í Ukraina siga, at øll doyðu. Russiskir og ukrainskir fjølmiðlar hava sagt, at flogfarið varð skotið niður, men eingin sigur seg hava skotið eftir tí.









