Vilja ikki aftur til Kuba

Fimm limir í einum kubanskum balletdansibólki, sum er á framsýningarferð í Kanada, nokta at fara heim aftur til Kuba. Tey hava gjørt av at verða verandi í Kanada og vóna, at tey kunnu sleppa at dansa við onkrari kanadiskari ballet, skrivar Reuters.

Millum teirra, sum ikki vilja heimaftur, er tann 26 ára gamli høvuðsdansarin Elier Bourzac. Hann sigur við kanadiskar fjølmiðlar, at avgerð teirra hevur einki við politikk at gera, men snýr seg einans um teirra listarligu møguleikar.

-Í Kuba eri eg komin so langt, sum eg kann ikki menna meg meiri innan mína grein, men eg vil fegin halda fram at menna meg sum dansara. Í Kuba kann eg bara dansa klassiskan dans, men eg vil sleppa at royna meg í nútímans dansi eisini og at arbeiða saman við altjóða høvundum, sigur Elier Bourzac við fjølmiðlarnar.

Hann leggur afturat, at hann hevur verið í fleiri londum og dansað, men at honum dámar best lívsháttin hjá kanadamonnum.