Við várinum kemur útferðarhugurin - hugurin at ferðast uttanlands, men eisini at ferðast í egnum landi, og longu nú hava fleiri ferðaløg og arbeiðspláss gjørt av, at teirra útferð í ár verður í Sandoynna ella Skúvoynna.
- Ynskini til túrin eru ymisk, men tey allar flestu ynskja sær ein góðan gongutúr, helst upp á okkurt fjall, sigur Sandoyar Kunningarstova.
Lagt verður aftrat, at tey eru nógv, sum velja Kálv-Lítla-túrin, har søgurnar um ónda prestin Kálv verða gjørdar livandi á gongutúrinum til støðini í søgnini.
- Fleiri vilja eisini á Ævintýrtúrin, sum eitt nú gongur til Gívrinarhol, har gívurin við gullinum búði. Hetta er eisini ein umtóknur túrur. Á ynskilistanum hjá fleiri er eisini matpakki og ein túrur í svimjihøllina.
Tað er Sandoyar Kunningarstova, sum skipar fyri flestu starvsfólkatúrum í Sandoynni og Skúvoy.