Kalsoy: Fólk á Syðradali vilja hava veg frá ferjuleguni til bygdina og síðani norður í oynna. Men enn hevur ikki borið til at sannført Landsverkfrøðingin um, at hetta er betri loysn enn at breiðka gamla vegin.
Útoyggjaálitið viðger vegin á Syðradali, og í hesum áliti verður staðfest, at vegurin hevur alstóran týdning fyri bygdina.
Gamli vegurin liggur norður í Knúksdal, sum er hálva leið til Húsar. Skal ferðsla av Syðradali og oman á ferjuleguna má leiðin leggjast norður í Knúksdal og síðani suðureftir gamla vegnum.
Hetta er langur teinur at koyra, og fólk í Kalsoynni eru samd um, at best hevði verið, um nýggjur vegur varð gjørdur gjøgnum bygdina og síðani norður í oynna.
Sakna samstarv
Í Útoyggjaálitinum, sum kom fyrr í ár, verður mælt til, at vegur verður gjørdur gjøgnum bygdina, men bara eina viku eftir at álitið var komið, fór Landsverkfrøðingurin undir at breiðka gamla vegin.
? Tá Útoyggjaálitið kom, vónaðu vit, at tað fór at gera mun og at betra um støðuna hjá útoyggjunum, men soleiðis er ikki í hesum føri, sigur Paulina Eliasen, sum er útoyggjaumboð í Húsa kommunu.
? Vit sakna samstarv við Landsverkfrøðingin, tí hjá okkum er eingin ivi um, at vegurin skal liggja gjøgnum bygdina. Tað er besta loysn fyri okkum og oynna, sigur Paulina Eliasen.
Verkfallið gjørdi, at arbeiðið at breiðka gamla vegin steðgaði, og seinastu vikurnar hava fólk á Syðradali havt nógv samband við Landsverkfrøðingini og politikarar fyri at fáa broytt ætlanina hjá Landsverkfrøðinginum.
Men enn vita tey ikki, um hetta hevur eydnast. Á Syðradali bíða tey tí spent eftir, um Landsverkfrøðingurin nú fer at seta gongd á arbeiðið við gamla vegnum aftur, ella um ætlanin verður broytt soleiðis, sum bygdafólkið vil hava hana.










