Upptakt
Tað var mest átøkt eini sensatión, tá ÍF fyri lítlari viku síðani sendi HB úr steypakappingini. Enntá í Gundadali.
Mikukvøldið hittast so aftur. Aftur er tað Gundadalur, sum er karmur um dystin.
Men hesa ferð vilja tey í HB í øllum førum ikki hava nakra endurtøku. Skal liðið fylgja við í oddinum, er ein sigur eisini altavgerandi.
Til dystin hevur HB at kalla alt fólkið tókt. Spurningurin er so, um samansetingin hjá Heine Fernandez hesaferð verður tann sama, sum hon var á Skála, ella um kortini verða blandað øðrvísi hesaferð.
Eisini Petur Simonsen hevur mest sum allar sínar mans tøkar, tá hann nú skal royna at endurtaka sigurin frá steypakappingini. Einasta undantakið er Eyðálvur Petersen, sum hevur verið skaddur seinastu tíðina, og sum helst ikki verður tøkur mikudagin.
Og í Fuglafirði tykjast tey trúgva upp á møguleikan fyri eini endurtøku. Gongdin hjá ÍF hevur higartil verið framúr, og megna teir enn einaferð at draga fult á útivølli, hava teir av álvara lagt seg út í heiðursmerkjastríðið.