Vilja hava umteljing

Demokratiski flokkurin í Hongkong hevði væntað sær eitt gott úrslit á valinum sunnudagin, men tá uppteljingin var um at vera liðug, hevði flokkurin als ikki fingið ta undirtøkuna, sum hann hevði roknað við.

Demokratarnir høvdu undan valinum 17 av teimum 60 tinglimunum, sum veljararnir í Hongkong velja, og sambært teimum seinastu tølunum í gjár fingu teir ein tinglim afturat. Harafturímótii høvdu teir Kina-vinarligu flokkarnir stóra framgongd. Teir høvdu 12 tinglimir undan valinum, men hevur nú 30.

Leiðslan í Demokratiska flokkinum sigur, at úrslitið kann ikki vera rætt, tí tað gevur ikki eina mynd av politisku støðuni í Hongkong. Tí hevur floksformaðurin, Yeung Sum, heitt á valnevndina um at telja atkvøðurnar umaftur, men sambært Reuters fer nevndin neyvan at gera eftir áheitanini.