Vilja hava Trump fyri ein ríkisrætt

Donald Trump livir eitt vandamikið politiskt lív í løtuni.

 

Júst frákoyrdi ovastin í FBI, James Comey, skrivaði eitt notat eftir ein fund við Donald Trump tann 14. februar. Í notatinum stendur, at forsetin skal hava biðið Comey og FBI um at sleppa eini kanning, ið teir gjørdu um viðurskiftini hjá fyrrverandi hjálparfólki forsetans Michael Flynn og hansara leiklutur í ákærunum, at Russland skal hava ávirka amerikanska forseta valið.

 

Síðan fundin er James Comey koyrdur frá sum ovasti í FBI.

 

Um tað er rætt sum Comey hevur skrivað, so er tað beinleiðis at blanda seg uppí eina kanning hjá FBI fyri at ávirka hana og tað er ólógligt. Fleiri krevja nú Trump fyri ein ríkisrætt at svara fyri seg hesum viðvíkjandi.

 

Nú er trýstið á Republikanska flokkinum, ið hevur meirlutan í kongressini, at útvega notatið hjá Comey og tær upptøkur av samrøðunum millum Trump og Comey, sum kunnu verða.

 

Trump hevur víst allar ákærur frá sær og sigur, at tað er demokratiski flokkurin, ið enn ikki hevur góðtikið, at Trump vann valið og ikki tey.