- Vit skulu hava ein tjóðfund, ella fleiri tjóðfundur um eina føroyska grundlóg
Tað er tilmæli hjá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi á flokstingi í morgin.
Uppskot um eina føroyska stjórnarskipan er aftur nú til viðgerðar í løgtinginum.
Formaðurin í Tjóðveldi skilir ikki, at tað skal vera so trupult at semjast um eina nýggja føroyska grundlóg
Men kortini hevur hann illgruna um, at málið fer at verða súlta, til tað fellur burtur.
Tí mælir hann til at Tjóðveldi fer at skipa fyri einum slagi av tjóðfundi ella tjóðfundum, har okkara grundlóg kann viðgerast millum fólk og fáa sína virðing har, sigur hann.
Hann sigur, at tað snýr seg um at skipa fólkaræði í Føroyum.
- Tað snýr seg um at fara burtur frá teirri viðvendu myndini, ið roynt hevur verið at trútta inn í okkum í øldir, at tað eru myndugleikar í øðrum landi, sum hava evsta valdið í Føroyum.
- Stjórnarskipanaruppskotið, sum nú liggur í Rættarnevndini, staðfestur einfalt, at vit hava ongantíð latið sjálvræðið frá okkum og at Føroya fólk sjálvandi hevur evsta valdið í Føroyum.
Tað staðfestir, at ongin kann taka avgerðir og seta lógir í gildi her, uttan at taka støði í eini skipan, ið fólkið sjálvt hevur samtykt, ella uttan at standa til svars fyri fólkinum, ið skal liva undir avgerðunum.
Høgni Hoydal vísir á, at stjórnarskipanin ásetur grundleggjandi valdsbýti ímillum lóggávuvald, fyristingarvald og dómsvald. Tað ásetur eisini persónlig rættindi og mannarættindi hjá hvørjum einstøkum, sum her býr. Og tað ásetir reglur um, at tilfeingið í landinum er fólksins ogn, og at tað kann ikki gevast burtur til einstaklingar ella einstakar stættir.
Hann leggur afturat, at uppskotið ásetur greiðar reglur um, hvussu farast skal fram, um vald verður lagt burtur frá fólkinum til aðrar myndugleikar og um, hvussu farast skal fram, tá vit skipa okkum sum sjálvstøðugt ríki.
- Stjórnarskipanin staðfestir, at tað er Føroya fólk, sum hevur evsta valdið í Føroyum. Og ongin lóg er omanfyri hesa. Lógin skal samtykkjast av fólkinum á fólkaatkvøðu, og kann bara broytast við fólkatkvøðu.
Í uppskotinum eru eisini ásetingar um beinleiðis fólkaræði og at 10 % av fólkinum skulu kunnu krevja, at eitt mál verður tikið til viðgerðar og atkvøðugreiðslu á tingi. Samstundis skulu 15% av fólkinum kunna krevja fólkaatkvøðu um ávíst mál.










