Vilja hava tey ungu upp á gólv í Klaksvík

Nú er dansitíðin upp á tað hægsta. Nógva staðnis hevur verið dansað. Annað jólakvøld, nýggjárið og trettanda eru gomul dansikvøld.

 

- Nú er tíðin til fastalávint eftir, og vónandi verða fleiri góð dansikvøld. Til dømis verður eitt tiltak fyri ung við áhuga í føroyskum dansi í næstum, siga fyrireikarar til dansin fyri ung í Skálanum í Klaksvík.

 

Í Norðoyggjum hevur verið barnadansur í fleiri ár, og nú eru fleiri so stór, at barnadansurin er ikki nóg mikið.

 

- Tí verður roynt at gera eitt ungdómskvøld, fyri at halda teimum og øðrum í somu støðu til dansin, siga fyrireikararnir.

 

Tað verður leygarkvøldið 23. januar klokkan 19.30 í Skálanum í Klaksvík, at tiltakið verður roynt fyri fyrstu ferð. Kvøldið verður eitt hugnakvøld við dansi og onkrum til matna, luttakararnir skullu bert gjalda fyri ferðina norður.

 

Tiltakið vendir sær til ung. Aldursbólkin um 13 ár og uppeftir. So langt upp sum gjørligt, so tey eldru kunnu vera ein fyrimynd fyri teimum yngru.

 

Norðoyingar vóna at fleiri koma til hetta kvøld. - Sigið frá við tilmelding um brúk er fyri gisting. Freistin at melda seg til er 14. jan. á tlf. 261537 og 267246, siga fyrireikararnir.