Sjúkraflutningur
Á tingið seta teir báðir tingmenninir nú fyrispurning um, hvørt Landsstýrið ætlar at niðurprioritera sjúkraflutingin úr Sandoy.
Orsøkina til fyrispurningin sigur Gerhard Lognberg vera, at Landssjúkrahúsið ikki ætlar at leingja sáttmálan við Strandferðsluna um at hava Teistan til sjúkraflutning havi eg hesar spurningar.
Í viðmerking til fyrispurningin sigur tingmaðurin:
-Vit vilja øll hava trygdina so góða sum gjørligt, men hetta er so avgjørt tað øvuta. Tað kann leggjast afturat, at rutan úr Sandoy er broytt til tað betra. Síðsti túrurin úr Skopun er kl. 22.30 og fyrsti túrur á morgni er kl. 06.30, so tað eru bara náttartímarnir at Teistin kemur at sigla leigutúrar. Hetta merkir eina sparing sum er útvið helvtina av teimum kr. 700.000 sum sjúkraflutningurin hevur kostað. At taka Teistan úr sjúkraflutnings skipanini er avgjørt ein niðurprioritering av sjúkraflutninginum úr Sandoynni.
Hartil vil Gerhard Lognberg hava Hans Paula Størm at greiða frá, hvussu sjúkraflutningstrygdin kann blíva betur, tá ein flutningsmøguleiki verður tikin úr skipanini?
Tyrlan eingin loysn
Í sínum fyrispurningin finst Páll á Reynatúgvu serliga at ætlanunum um at lata tyrluna yvirtaka sjúkraflutningin.
- Trygga sjúkraflutningstænastan við Teistanum um Skopunarfjørð, skal sum skilst skiftast út við tyrlusjúkraflutning. Onki er at frætta frá Landsstýrimanninum um fyrimunir og vansar við broyttari sjúkraflutningsskipan, og fólkið í oynni, kommunulæknarnir, og politikararnir sum vara av eru ørkymlaði.
- Havandi í huga føroyska veðurlagið og tann veruleika at eingin góðkendur tyrlupallur er í Sandoynni, tykist sum um ætlanin er tikin úr leysum lofti, staðfestir Páll á Reynatúgvu.