Vilja hava Svein at lata seg úr

Farna vikuskiftið prentaði Sosialurin myndir av X Factor sangaranum Sveini Gaard Olsen í berum yvirkroppi. Nú vilja danskir fjepparar hava hann at lata seg úr klæðunum í X Factor fríggjakvøldið.

 

Fyri lítlari viku síðani hevði Vikuskifti í Sosialinum samrøðu við Svein Gaard Olsen um luttøkuna í X Factor. Eisini vóru nýggjar myndir tiknar av Sveini, og tær vóru serligar á tann hátt, at Sveinur var í berum yvirkroppi.

 

Hesar myndir av danir eisini fingið eygað á, og á Facebook-bólkinum hjá donsku X Factor kappingini verður nú róð fram undir, at Sveinur skal lata seg úr klæðunum í liveshowinum fríggjakvøldið.

 

Onkur hevur tó hug at muta ímóti og heldur, at X Factor skal snúgva seg um tónleik og sang.