Í gjár bleiv dysturin millum Everton og Manchester City avlýstur, tí Manchester City hevur fleiri tilburðir av koronu í hópinum. Tveir spælarar og tvey fólk í venjaratoyminum vóru undan dystinum smittað, men á degnum fingu tríggir spælarar afturat at vita, at teir høvdu koronu.
Tí valdu heilsumyndugleikarnir hjá Premier League at mæla til, at dysturin bleiv avlýstur. Tað bleiv annars gjørt greitt undan kappingarbyrjan, at feløgini skuldu møta til dyst, um bara 14 spælarar vóru tøkir. Hetta íroknað U21-spælarar og eykaspælarar.
Tað er ongin ivi um, at Manchester City hevur 14 tøkar spælarar, men helst er tað vandin fyri at spælarar hava smittuna og geva hava víðari, ið fær myndugleikarnar at avlýsa dystin. Tað er tó heldur ongin ivi um, at hetta var ein góður møguleiki hjá Everton at vinna ein dyst á Manchester City. Tí spyrja tey eisini júst hvør orsøkin er at avlýsa, tá Manchester City hevur nokk av spælarum.
- Everton iðrar seg um, at dysturin móti Manchester City er útsettur. Bæði vegna teir 2000 áskoðararnar, sum skuldu verða á leikvøllinum, men eisini fyri øll hini. Okkara spælarar vóru klárir til dystin, og tað vóru øll í Everton. Sjálvt um Everton altíð raðfestur trygdina hægst, so vilja vit biðja um fult innlit í allar upplýsningarnar, sum Manchester City gav til Premier League, so vit kunnu skilja hví dysturin bleiv avlýstur, skrivar Everton á heimasíðuni.
Everton liggur í løtuni á triðja plássi við 29 stigum, meðan Manchester City er á áttanda plássi við 26 stigum, men fyri ein dyst færri. Tí hevur dysturin eisini stóran týdning fyri Everton, sum heimstað í Liverpool.
1 | Liverpool | 15 | 9 | 5 | 1 | 37:20 | 32 |
2 | Leicester | 16 | 9 | 2 | 5 | 29:20 | 29 |
3 | Everton | 15 | 9 | 2 | 4 | 26:19 | 29 |
4 | Man Utd | 14 | 8 | 3 | 3 | 30:23 | 27 |
5 | Aston Villa | 14 | 8 | 2 | 4 | 28:14 | 26 |
6 | Chelsea | 16 | 7 | 5 | 4 | 31:18 | 26 |
7 | Tottenham | 15 | 7 | 5 | 3 | 26:15 | 26 |
8 | Man City | 14 | 7 | 5 | 2 | 21:12 | 26 |
9 | Southampton | 15 | 7 | 4 | 4 | 25:19 | 25 |
10 | West Ham | 15 | 6 | 4 | 5 | 23:21 | 22 |
11 | Wolves | 15 | 6 | 3 | 6 | 15:20 | 21 |
12 | Leeds | 15 | 6 | 2 | 7 | 25:30 | 20 |
13 | Crystal Palace | 16 | 5 | 4 | 7 | 20:29 | 19 |
14 | Newcastle | 14 | 5 | 3 | 6 | 17:24 | 18 |
15 | Arsenal | 15 | 5 | 2 | 8 | 15:19 | 17 |
16 | Brighton | 15 | 2 | 7 | 6 | 18:24 | 13 |
17 | Burnley | 14 | 3 | 4 | 7 | 8:20 | 13 |
18 | Fulham | 15 | 2 | 5 | 8 | 13:23 | 11 |
19 | WBA | 15 | 1 | 5 | 9 | 11:30 | 8 |
20 | Sheffield Utd | 15 | 0 | 2 | 13 | 8:26 | 2 |