Hondbóltsprát
Ein av málverjunum á U-landsliðnum hjá kvinnum er Fríða Petersen, sum í ár hevur vart málið á besta kyndilsliðnum í kvinnudeildini.
Hon telist longu nú millum royndu leikararnar í føroyskum landsliðshøpi, við tað at hon í fleiri ár hevur verið partur av ungdómsarbeiðnum hjá Hondbóltssambandinum, og hevur hon sostatt longu roynt seg á øllum stigum frá U-16 til U-20.
Um fyrireikingarnar til komandi kappingina, sigur Fríða, at tær ongan steðg hava havt, síðani landskappingin endaði.
- Vit hava vant saman aðru hvørja viku í tveir mánaðir, og yvirhøvur haldi eg, at vit nú eru væl fyri. Venjingardystirnir hava ikki verið so nógvir, men vit hava so roynt okkum móti liðum hjá Kyndli og Neistanum, so onkrar dystir hevur eisini verið talan um, heldur hon.
Spurd um, hvørjar vónir hon hevur, nú tær skulu royna seg í undankappingini, sigur Fríða, at hon hevur heilt góðar vónir.
- Vit hava eitt ungt lið, og her má eg siga, at eg haldi tað vera ein stóran fyrimun, at alt liðið flytir upp í senn. Sjálvandi eru mótstøðuliðini eisini sterk, men gongur tað væl hjá okkum, kunnu vit kanska klára at fáa okkurt stigið, og um so er, haldi eg, at vit skulu vera nøgdar. Hetta er so tað sum vit ætla, og vit skulu so nokk gera okkara, fyri at røkka hesum máli, sigur landsliðsmálverjin at enda.
Um tað fer at eydnast føroysku kvinnunum at røkka málinum, fæst ikki at vita, fyrr enn kappingin er lokin. Sum nevnt aðra staðni á síðuni fer liðið avstað 30. mei, og verða tær aftur í Føroyum tann 5. juni.










