Í Íslandi hevur tingbólkurin hjá teimum vinstragrønu lagt uppskot til samtyktar fyri Altingið um, at Ísland skal taka seg burtur úr Nato. Tríggir altingslimir, sum fóru úr tí vinstragrøna flokkinum fyri stuttum, standa eisini aftan fyri uppskotið.
?Uppskotsstillararnir skriva í viðmerkingunum, at Ísland hevur ongan her og er eitt friðarland, men at sum limaland í Nato stuðlar landið millum annað Nato-krígsførsluni í Irak og Afghanistan og nú bumbuálopunum á Libya.
?-Ein tjóð, sum ikki hevur her, og sum vil hava frið, eigur at halda seg uttan fyri hernaðarsamgongur, og tí eigur Ísland at fara burtur úr Nato, skriva uppskotsstillarnir millum annað í viðmerkingunum.