Meginfelag Útróðrarmanna -MÚ- hevði umboðsnevndarfund sunnudagin, har støðan hjá útróðrarflotanum varð viðgjørd.
Serliga varð hugsað um støðuna, sum nú hevur tikið seg upp, eftir at tað er komið fram, at tað ber til at leggja fiskiloyvi saman tvørturum bólkarnar.
Málið hevur serliga stungið seg upp, nú tað er komið fram, at tað ber til at keypa útróðrarbátar og at lata eitt línuskip fáa fiskidagarnarnar og so at koyra línuskipið í bólk saman við útróðrarflotanum.
Hetta heldur MÚ verða óheppið.
Tey, sum møttu á fundinum vóru felagið Eystan Múla, umframt útróðrarfeløgini í Leirvík, á Skálafirði, í Suðurstreymoy, í Froðbiar Sókn og á Tvøroyri.
Hesi feløgini umboða um 65% av atkvøðunum, sum vóru á seinasta aðalfundi
Á fundinum greiddi formaðurin, Chris Jan Michelsen frá lógini um vinnuligan fiskiskap, sum m.a. heimiðlar landsstýrinum at leggja fiskirættindi saman tvørturum bólkar.
Formaðurin sigur, at niðurstøðan á fundinum var, at tað varð einmælt samtykt at heita á fiskimálaráðharran um at seta skott ímillum útróðrarflotan og restina av flotanum, sum vil hava handilskvotur.
Fundurin heitti eisini á Jørgen Niclasen um at seta somu skipan í gildi fyri teir stóru útróðrabátarnar, sum er galdandi fyri teir smáu. ? Tvs, at vit vilja eisini hava felags fiskidagatal ásett fyri útróðrarbátar yvir 15 tons og so skulu teir fiska frítt til uppi er.
Chris Jan Michelsen sigur, at verður skott sett ímillum útróðrarflotan og restina av flotanum, verður tað lættari at gerast útróðrarmaður og tað fer at gera, at fiskidagarnir verða verandi í bólkinum. Men verður opið millum bólkarnar, verður tað ein fyrimunur hjá teimum, sum ætla at gevast at rógva út. Hinvgin verður tað nógv tyngri fyri teir, sum eru í vinnu og tyngri hjá teimum, sum ætla sær at byrja uppá útróður.