Vilja hava skil á ferðafólkunum í Kirkjubø

Tað er eisini greitt, hvørji tey fyrstu tiltøkini verða - og ein partur av tí verður kanska eisini at seta mark fyri, hvussu nógv ferðafólk skulu sleppa til Kirkjubøar

Ótálmaða ferðavinnan er ein trupulleiki hjá teimum, sum búgva í Kirkjubø - og trupulleikin bara versnar, ár undan ári.

Tað eru nógv ferðafólk er í Kirkjubø, men vegirnir eru smalir og ferðafólk gongur allastaðni, og tað er til ampa fyri tey, sum búgva har, tí tað hendir seg, at tað knípur hjá teimum at sleppa fram, eisini við landbúnaðaramboðum.

Men nú fer Tórshavnar Býráð undir eitt arbeiðið at skipa ferðavinnuna í Kirkjubø betri. Ein ætlan er løgd fyri, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk, og nú hevur Tórshavnar Býráð einmælt samtykt at taka undir við ætlanini.

Summi av tiltøkunum kann býráðið seta í verk einsamalt, men onnur tiltøk krevja samstarv við Landsverk, Tjóðsavnið, og aðrar myndugleikar.

Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnr Býráð, sigur, at summi av tiltøkunum kunnu setast í verk beinanvegin.

Og hann sigur, at nøkur ítøkilig stig verða tikin næsta ár, og tað fyrsta tiltakið verður at skipa parkeringina betur, við parkeringsplássum til bussar og bilar niðri á keiini.

Tey fara eisini at seta skelti upp, sum vísa ferðafólki, hvar tey kunnu fara, so at tey ikki ganga og mala allastaðni, og eru til ampa fyri fólk.

– Ein av trupulleikunum er, at summu ferðafólk virða ikki tað, at í roynd og veru býr fólk í Kirkjubø, tí tey ganga allastaðni, sigur hann.

Í hesum sambandi reisti Helena Dan á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, um tað eisini verður ein partur av hesum arbeiði at meta um, hvussu nógv ferðafólk skulu sleppa til Kirkjubøar yvirhøvur, og, hvussu nógv Kirkjubø tolir av ferðafólki.

– Tað er ikki bara at fáa fleiri ferðafólk til Kirkjubøar, tí tað er eisini ein spurningur, hvussu nógv ferðafólk, bygdin tolir, segði hon, tá ið býráðið viðgjørdi málið.

Bogi Andreasen sigur, at hetta er nettupp ein partur av arbeiðnum. Í hesum sambandi er ætlanin at taka samband upp við teir veitarar, sum selja ferðir til Kirkjubøar.

Men avbjóðingin er so tey ferðafólk, sum fara hagar av sínum eintingum, og hvussu tað kann gerast, dugir hann ikki at siga enn. Men hann legði dent á, at eisini hetta er ein spurningur, sum verður tikin upp í hesum sambandi.