Løgtingið skal nú seta pening av til ein ítróttareftirskúla í Vági.
Tað heldur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Tískil hevur hann nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 1,1 millión krónur til ein ítróttareftirskúla í Vági.
Síðsta summar byrjaði annars ein ítróttarháskúli í Vági, men tað hevur alla tíðina verið ætalnin at samantvinna hann við ein ítróttareftirskúla.
Verður ítróttaháskúli og ítróttaeftirskúli á sama staði, har tætt samstarv er millum skúlarnar báðar, ber til at fáa meiri burtur úr lærarunum, samstundis sum at tað tálmar útreiðslunum. Og tískil ber tað til at bjóða eitt gott og sterkt ítróttaligt skúlatilboð til ymisku aldursbólkarnar, sigur Jacob Vestergaard.
Tá ið fíggjarlógin varð samtykt beint fyri ársskiftið, varð eisini virkað fyri at fáa pengar til ein ítróttareftirskúla, men tað var samgongan ikki sinnað til tá.