Teir flestu veljararnir hjá republikanarunum í USA vilja hava Sarah Palin ella Mitt Romney at bjóða Barack Obama av. Tað sæst í einari meiningakanning, sum Gallup hevur gjørt. Kanningin vísir, at 17 prosent av teimum spurdu vilja hava Mitt Romney sum republikanskt forsetavalevni, og at 15 prosent styðja Sarah Palin.
Næstur teimum kemur Herman Cain. Hann hevur ikki verið á tí politiska pallinum fyrr, men er nevndarformaður í fyritøkuni Godfather´s Pizza.
Eygleiðarar vísa á, at 22 prosent siga, at tey styðja ongan av teimum, sum hava verið nevnd sum møgulig valevni.