Jan Müller
Nú marknatrætan millum Bretland og Føroyar tykist at nærkast eini loysn og hetta av álvara letur upp dyrnar fyri eini oljuleiting á føroyska landgrunninum stríðast altjóða oljufeløgini við at fáa endarnar at røkka saman. Hóast mong av feløgunum klára seg og hava yvirskot við rættiliga lágum prísum, ja heilt niður á 5-6 dollarar fyri tunnuna, so hevur tann lági oljuprísurin við sær hópuppsøgnir umframt at fleiri verkætlanir bæði við leitiboring og framleiðslu verða lagdar á hyllina eina tíð.
Um henda gongdin eisini fer at fáa ávirka á áhugan fyri føroyska økinum er enn óvist, men roknast kann við, at feløgini fara at fylgja væl við, hvørjar treytir og hvørjar skattir og avgjøld eitt nú føroyskir oljumyndugleikar fara at leggja á komandi virksemið.
Sambart sendingini ?Grannar okkara? í ÚF í farnu viku, so hevur ein kenningur frá okkara leiðum, Amerada Hess gjørt av at útseta einar 12 ætlaðar boringar í danska partinum av Norðsjónum. Tað kann als ikki koma uppá tal at fara undir boring við verandi prísum uppá 10-11 dollarar. Prísurin skal upp á 14-15 dollarar fyri at tað kann loysa seg at fara í gongd sigur leiðarin á skrivstovuni hjá Amerada Hess í Danmark, Søren Holm.
Avmarka eisini í Noregi
Eisini í norska partinum av norðsjónum er felagið eins og mong onnur feløg eisini farið at taka ?følihornini? til sín. Sambart norska blaðnum ?Netavisen? umhugsar felagið at gevast við leiting á norska landgrunninum fyribils. Lági oljuprísurin og harðar treytir og karmar frá norsku myndugleikunum fara helst at gera, at Amerada Hess møguliga ikki verður við í næstu útbjóðing á landgrunninum.
Stjórin í Amerada Hess í Noregi, Nils Gulnes sigur við Stavanger Aftenblad, at altjóða oljuídnaðurin kann gera íløgur í 50 londum. Nú koma eisini lond sum Saudi-Arabia og Kuwait av álvara sær uppí stríðið um íløgurnar, og har eru oljugoymslurnar ómetaliga stórar. Haraftrat er bíligt at fáa hana upp. Við einum oljuprísi uppá 10 dollarar og einum í Noregi, sum vendir tyngra endan niðureftir, er tað sera trupult at fáa pengar til at gera íløgur á norska landgrunninum sigur Hess-stjórin.
-Olja er vorðin handilsvøra sum allar aðrar, har ein má rokna við, at prísurin fer upp og niður. Tá eigur oljuídnaðurin heldur ikki at verða harðari skattaður enn annar ídnaður. Vit, sum standa á odda fyri virksemi hjá útlendsku oljufeløgunum í Noregi, eru bestu ambassadørar fyri norska landgrunnin. Vit gera alt vit kunnu fyri at útvega kapital og virksemi til Noregs. Men vit eru bundnir av, at myndugleikarnir geva okkum kappingarførar karmar at arbeiða undir. Myndugleikarnir tóku hetta til eftirtektar, tá prísurin fór niður í 86, og tað eiga teir eisini at gera nú sigur Gulnes, sum verður mettur sum ein av undangongumonnunum í norska oljuídnaðinum. Hann arbeiddi undir Jens Evensen, tá hesin var í oljuráðnum hjá landinum.
-Tá góvu vit oljufeløgunum lægri skatt enn øðrum ídnaði - fyri at lokka tey at gera íløgur í Noregi leggur hann aftrat.
Norski oljuídnaðurin róðar varskó
Lágu oljuprísirnir hava eisini fingið stóran part av norskum oljuídnaði at rópa varskó. Víst verður á, at Co2 avgjaldið má burtur, og serskatturin má burtur ella minkast. Luturin - luttøkua - hjá statinum í oljuloyvunum má minkast. Hetta eru nøkur av krøvunum, sum OLF, Oljeindustriens landsforening, ið umboðar 17 oljufeløg og 48 fyritøkur, sum lata vørur og tænastur til oljuvinnuna, kemur við.
Norsku fyritøkurnar royna at koma við einum boði uppá, hvat kann gerast soleiðis at norski land-grunnurin verður kappingarførur við onnur pláss í heiminum.
Stjórin í OLF, Finn Aamodt sigur við Stavanger Aftenblad, at oljuvinnan í Noregi hevur ongantíð havt eina so torføra tíð sum nú, og ger stjórnin ikki karmarnar lagaligari, so kann hetta fáa heilt álvarsligar avleiðingar fyri norskan ídnað.
Ein sokallað ?perspektivanalysa?, sum OLF ger í løtuni, verður løgd fram 15. mars og fer hon helst at verða tikin við í viðgerðina í Stórtinginum í vár, tá politikarnir skulu til at umrøða ?Oliemeldingen? og endurskoða fíggjarlóg.
Umframt at skula gjalda rættiliga fitt í Co2 avgjaldi, so er eisini ein serskattur uppá 50% omaná tann vanliga vinnuskattin uppá 28%. Við øðrum orðum gjalda oljufeløgini 78% í marginalskatti fyri at arbeiða á norska landgrunninum.
Í Noregi er so eisini tann skipanin galdandi, at tað almenna eigur upp í 30% av teimum bestu lisensunum. Hetta er ein serskipan fyri norska landgrunnin og er landins partur av oljuinntøkunum við hesum nógv størri enn tað, sum Statoil stendur fyri.
Umboð fyri norska oljuídnaðin vísa á, at um parturin hjá norska statinum í lisensunum varð minkaður, hevði tað eisini blivið meira áhugavert at gjørt íløgur á norska landgrunninum. Eisini verður víst á, at oljufeløgini eiga at fáa størri øki á leita á kring verandi felt, og haraftrat eigur útbjóðing at verða oftari.
Føroyar ókent og harvið spennandi øki
Nú fleiri av oljufeløgunum steðga ætlaða leiting í grannalagnum, í Norðsjónum er spurningurin, um henda gongdin eisini kann fáa avleiðingar fyri áhugan fyri føroyska landgrunninum.
Vit hava spurt Alex Buvik, sum í dag starvast hjá Oljufyrisitingini og sum í 17 ár arbeiddi hjá amerikanska oljufelagnum Amoco, hvønn týdning lági oljuprísurin og tær ymsu skerjingarnar hjá oljufeløgunum kunnu hava á áhugan fyri Føroyaøkinum.
-Eg veit sjálvandi ikki, hvat oljufeløgini hugsa, men av tí at Føroyar kunnu koma at gerast ein nýggj oljuprovins, so fer økið uttan iva at hava áhuga millum mong oljufeløg. Tað skal nógv henda, áðrenn tey taka seg aftur av økinum, men hetta hevur eisini nógv at gera við, hvørjar treytir føroyskir myndugleikar fara at seta oljufeløgunum, sum vilja arbeiða her.
Alex Buvik vísir á, at hóast tað sjálvandi eru fleiri onnur øki í heiminum at gera íløgur í, so er Atlantsmótið og harvið eisini Føroyaøkið ein heilt náttúrlig víðkan av Norðsjónum, har tað verður hildið ósannlíkt, at tað verða gjørd fleiri stór fund.
Oljufeløg vísa eisini vanliga sokallaðum prospektivum nýggjum økjum stóran ans, eitt nú tí tey kanska hava vónir um at finna stór felt.
Skerjingar aðrastaðni raka ikki Føroyar
Ben Arabo, stjóri hjá Amerada Hess í Føroyum heldur ikki, at nøkur orsøk er hjá føroyingum at óttast, at eitt felag sum Amerada Hess skal leggja árarnar inn í Føroyum fyri tað, at niðurskurðir verða gjørdir aðrastaðni og arbeiði stegðað.
-Hvat danska økinum viðvíkur, so mugu vit ikki gloyma, at Amerada Hess júst er í ferð við at seta Syd Arne feltið í framleiðslu, og hetta er ein stór verkætlan. Hetta verður helst tað næst- størsta feltið í Danmark og fer undir framleiðslu í ár. Størsta feltið í Danmark er Danfeltið, sum framleiðir 80.000 tunnur um dagin. Hvat norska landgrunninum viðvíkur, so royna oljufeløg og haraftrat eisini norskur oljuídnaður sum sagt at fáa stjórnina at linka um krøvini til oljufeløgini, soleiðis at karmarnir hesi arbeiða undir verða øðrvísi og lættari.
Ben Arabo vísir eisini til tað, sum oljufyrisitingin hevur sagt, nevniliga, at eingi tekin eru til, at oljufeløg vegna lágu oljuprísirnar hava ella fara at taka seg úr føroyskum øki til fyrimuns fyri onnur øki í heiminum.
Vit spurdu Ben Arabo, hvørja trygd teir føroyingar, sum seta pengar í Atlantic Petroleum hava, at ikki eitt felag sum Amerada Hess ein dag verður keypt upp av øðrum og kanska tekur seg úr The Faroes Partnership.
-Tað haldi eg ikki nakar skal bera ótta fyri. Sjálvandi kann eingin kenna seg 100% tryggan, men tað er ikki rætt at lata seg ræða her av tí, at skerjingar og niðurskurðir verða gjørdir aðrastaðni. Øll umráðandi eru so ymisk. Tað, sum man ger í donskum sjógvi, vísir bert prioteringina í mun til onnur øki.
Ben Arabo vísir á, at tað føroyska økið hevur als einki við tað danska at gera, so ein má ikki fáa ta fatan, um felagið steðgar virksemi í Danmark, at hetta so eisini fer at henda í Føroyum. Hann heldur fyri, at felagið er kanska rættiliga nógv betri fyri enn nógv onnur.
Taka vit so Freia feltið, sum er vorðið útsett orsakað av lágum oljuprísum, so eru eisini feløg sum Statoil við í hesum feltinum.
Kolventisskattalóg fyri tingið í næstum
Um eina viku ella so fer landsstýrið at leggja fyri tingið uppskot til kolvetnisskattalóg.
Uppskotið hevur verið til viðgerðar í Fíggjarmálastýrinum og liggur í løtuni til endaliga viðgerð hjá oljumálaráðharranum, sum skal geva endaligt grønt ljós fyri uppskotinum.
Tað er greitt, at hóast hetta uppskotið ikki fer at siga nakað um, hvørjar serskattir landsstýrið fer at leggja oljufeløgini, so er kolvetnisskattalógin ein týðandi brikkur í øllum oljutalvinum. Tað er tí við stórum áhuga, at oljufeløgini bíða eftir tí útspælinum, sum føroyskir møgleikar koma við.
Uppskotið fer so eisini at hava ávirkan á, hvønn áhuga oljufeløgini fara at hava fyri at gera íløgur við Føroyar. Eru krøvini hørð og t.d. hægri enn tey hjá okkara grannalondum Bretlandi, Danmark og Noregi, so kann roknast við, at oljufeløg fara at umhugsa seg fleiri ferðir, áðrenn tey gera av at bjóða her. Verða krøvini hinvegin rímulig, hvat tað so enn merkir, og verða tey á sama støði ella lægri enn krøvini í eitt nú Bretlandi, so kann hugsast, at ikki bert tey umleið 25 feløgini, sum í løtuni eru við í kapprenningini , verða við í endaspurtinum, tá útbjóðingin verður, men at eisini onnur feløg, sum enn bara standa á síðulinjuni og fylgja gogndina, koma sær uppí leikin.
Tað er greitt, at ein útbjóðing á føroyskum øki, verður eisini tikin við í samlaðu metingarnar hjá oljufeløgunum, tá tey skulu gera av, hvar tey vilja gera íløgurnar komandi árini. T.d. er hugsandi - eftir at marknatrætan er loyst - at bretar fara at geva feløgunum sera lagaligar treytir, fyri at fáa tey at bjóða í Hvítu sonuni, sum higartil hevur verið forboðið økið. Spurningurin er so, hvørjar treytirnar verða til somu feløg, sum vit ynskja at bjóða í sama umráði men okkara megin markið.
Áhugavert verður at frætta, hvat landsstýrið fer at mæla til - og at hoyra, hvat tingmenn fara at siga til uppskotið frá landsstýrinum.