Tað siga pensjónistar, sum latið landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, eitt mótmælisskriv.
Landsstýrið hevur lagt fram løgtingslógaruppskot (LM 021/2023) at hækka mótrokningar-fríu inntøkuupphæddina í fólkapensjónini við 16.900 kr. (Úr 45.000 kr. upp í 61.900 kr). Landsstýrið sigur, at hetta fer at fáa fleiri fólkapensjónistar at arbeiða meira.
Ein hækking av mótrokningarfríu inntøkuupphæddini upp á 16.900 krónur munar als einki. Fólkapensjónistar fara ikki til arbeiðis ella arbeiða meira einans grundað á, at mótrokingarfría inntøkuupphæddin í fólkapensjónini hækkar eitt lítið vet.
Skal tað eydnast at gera arbeiðsførar fólkapensjónistar meira arbeiðsvirknar, má mótrokningin í fólkapensjónini broytast.
##med2##
Í staðin fyri verandi mótrokningarleist verður mælt til at nýta tvey sløg av mótrokning – ávikavist:
• mótrokning grundað á inntøku av arbeiði og
• mótrokning grundað á inntøku, sum stavar frá tænastumannapensjón, privatari pensjón, rentum, vinningsbýti v. m.
Mælt verður til at hækka mótrokningarfríu inntøkuupphæddina í fólkapensjónini, tá umræður arbeiðsinntøku, samsvarandi eina hálva arbeiðaraløn ella upp í góðar 150.000 kr.
Mótrokningarfría inntøkuupphæddin í fólkapensjónini, tá umræður privata pensjón, rentuinntøku, vinningsbýti v. m. , kann hóskandi verða hækkað upp til 61.900 kr, soleiðis sum Landsstýrið leggur upp til.
Aldursdiskriminerandi rundskrivið hjá Fíggjarmálaráðnum um 72 ára fráfaringaraldur má samstundis strikast.
##med3##