Bretsku myndugleikarnir royna nú at fáa líkið av tíðindakvinnuni Marie Colvin, sum doyði í einum granatálopi í sýriska býnum Homs í gjár. Harumframt vilja bretar hava fatur á myndamanninum Paul Conroy, sum varð særdur í tí sama álopinum. Ætlanin er at flyta hann til eitt av grannalondunum hjá Sýrialandi, so hann kann koma undir læknahond.
Marie Colvin og Paul Conroy arbeiddu fyri bretska blaðið The Sunday Times. Marie Colvin er úr USA, men arbeiddi fyri bretska blaðið í 25 ár. Bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, segði við BBC í dag, at Bretland hevur biðið sýriska sendiharran í London virka fyri, at lík hennara og tann særdi myndamaðurin sleppa úr Sýrialandi.
Ein franskur myndamaður doyði eisini í granatálopinum á Homs í gjár.