- Í Føroyum er skilaloysi størri enn gott er.
Tað staðfestir Føroya Fiskimannafelag í almennum brævi til Føroya Løgting.
- Í hesum sambandi er landið opið fyri eini innrás av bíligari arbeiðsmegi, leggur felagið afturat.
Fiskimannafelagið sigur, at tað, sum hendir nú, er, at okkara lívsgrundarlag spakuliga verður tikið undan okkum við tað, at føroyskir fiskimenn missa sín rætt, til at vinna til lívsins uppihald á havinum.
- Bíliga arbeiðsmegin ger, at vit ikki klára at seta nýtt fólk við, og tað er sera óheppið fyri okkum sum fiskivinnutjóð. Tí klára vit ikki at virka eftir føroyskum viðurskiftum og sáttmálum, vera vit tænarar í egnum landi og tað hvørki kunnu ella vilja vit góðtaka.
Fiskimannafelagið heitir tískil á Løgtingið og Landsstýrið um at bera so í bandi, at onki fiskiloyvið verður útskrivað, uttan at tað er ein treyt, at sáttmálarnir við manningarfeløgini vera fylgdir.