Vilja hava kommunur at lækka skattin

Soleiðis fáa tey við heilt lágum lønum, eisini ein skattalætta

Løgtingið viðger nú uppskotið frá samgonguni um at lækka skattin hjá lág- og miðalinntøkum.

Men funnist hevur verið at, at tey, við teimum allarlægstu inntøkum, fáa ikki skattalætta, tí tey rinda ikki landsskatt, og samstundis vildu borgarstjórarnir í Løgtinginum ikki góðtaka, at kommunurnar hava ikki vilja hjálpt til, tí tað kostar teimum ov nógv.

 

Sostatt vildu teir ikki góðtaka, at botnfrádrátturin í kommunuskattinum hækkaði og av tí sama skuld inntøkan nærkast 100.000 krónur um árið, áðrenn talan varð um skattalætta.

Men nú skýtur andstøðan í Løgtinginginum, upp, at botnfrádrátturin í kommunuskattinum skal hækka úr 30.000 krónur um árið, 45.000 krónur um árið.

Men andstøðan ætlar eisini at gera átøk í fíggjarlógini, sum fara at halda kommunurnar skaðaleysar, men tað verður ikki alment fyrrenn einaferð seinni í dag.

 

Samstundis verður skotið upp at broyta landsskattin eitt sindur.

- Soleiðis fáa tey lágløntu eisini fáa ein lætta í skattinum, hóast røðin av avgjaldshækkingum hjá samgonguni verður tikin við, sigur andstøðan

Tað merkir, at øll, sum forvinna undir 30.000 krónur, fara at rinda 250 krónur meir, tí ymisk avgjøld hækka.

 

Men øll, sum forvinna yvir 40.000 krónur um árið, fáa skattalætta, har tey, sum forvinna 40.000 krónur, fáa 2.000 krónur í skattalætta.