Vilja hava Jørgen Niclasen at skunda sær

Trupulleikan í Havn skal eisini loysast, halda løgtingslimir

Nú er trupulleikin í Runavík loystur, so nú er tað alneyðugt at loysa trupulleikan í Havn eisini. Tað heldur Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum. Løgtingið viðgerð í hesum døgum eitt uppskot frá Jørgeni Niclasen um at játta 55 milliónir til at gera veg frá tunnilsmunnanum á Rókini á Salnesi, og inn í Runavík. Hetta er vegastrekkið sum tey kalla Fjøruvegin.

Tað tekur Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum fult undir við. Nevndin sigur, at hon fegnast um, at avtala er gjørd ímillum Runavíkar kommunu og landsstýrið um Fjøruvegin.

Men tey gera samstundis vart við, at tað er eisini alneyðugt at fáa loysn á málinum um innkomuvegin til Havnar. Tí heitir nevndin á Jørgen Niclasen um at bera skjótt at og at leggja málið fyri Løgtingið um vegin av Hvítanesi til Havnar.

Fjøruvegurin ígjøgnum Runavík er á leið 2,5 kilometrar langur og verður lagdur frá rundkoyringini á Rókini, fram við fjøruni og havnarlagnum í Runavík til Bakkavegin á Glyvrum.

Nýggjur betongtunnil verður eisini gjørdur framvið Rókavegi og undir Løkin og Heiðaveg, og kemur upp við Gulasteinsvegi. Arbeiðið verður liðugt í 2024.