Føroya Arbeiðarafelag fer nú at kanna møguleikarnar fyri at fáa hægri rentu frá bankunum fyri frítíðarlønina hjá limunum.
Tað er ein niðurstøða á aðalfundinum hjá felagnum um vikuskiftið.
Har varð ført fram, at útreiðslurnar til TAKS av at umsita frítíðarlønina hjá limunum er nógv størri enn tær rentuinntøkur, sum feløgini fáa av at hava peningin standandi á bók, staðfestir Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðarafelag.
Orsøkin er sjálvandi tann, at rentustøðið er munandi lækkað seinastu árini.
Sostatt hava lokalfeløgini hjá Føroya Arbeiðarafelag beinleiðis útreiðslur av frítíðarlønini.
- Tilsamans er frítíðarlønin einar 300-500 milliónir, so tað átti at borið til at samráðst seg fram til eina hægri rentu frá onkrum peningastovni, legði hann afturat.
Koma øll hini feløgini í Samtaki við, er talan um enn meir.
Tí fer nevndin í Føroya Arbeiðarafelag nú at kanna møguleikarnar fyri at fáa eitt heildartilboð frá onkrum peningastovni.
Sum støðan er nú, stendur frítíðarlønin á kontu í navninum á fakfeløgunum, so at tað fær rentuinntøkurnar, men tað er TAKS, sum umsigur konturnar.
Onkur nevndi eisini møguleikan fyri, at fakfeløgini tóku á seg umsitingina av frítíðarløini frá TAKS.