Seinasta árið hava útlendskir grunnar gjørt íløgur fyri íalt 120 mia kr. í donskum vinnulívi. Fyri ein stóran part hoyra hesir grunnar heima í skattaskjólum á eitt ú Cayman-oynnum, og nú skattamálaráðið hava skil á, hvaðani pengarnir stava. Kristian Jensen, skattamálaráðharri, sigur, at skattavaldið í løtuni er í ferð við at kanna peningastreymin í seks stórum donskum fyritøkum, soleiðis at eitt yvirlit kann gerast yvir, hvat veruliga gongur fyri seg.










