8. flokkur í skúlanum á Argjahamri møtti í dag upp á Vaglinum at handa býráðnum eitt mótmælisskriv. Orsøkin er, at kommunan hevur lagt hald á eitt høli í skúlanum, sum 8. flokkur annars kundi hugsað sær at nýtt, í øllum førum eitt kvøld.
Skúlin hevur havt eitt høli til taks, sum flokkar hava nýtt, tá serligar veitslur hava verið. Nú skal 8. flokkur hava gallaveitslu 5. oktober, men nú eru hølini ikki tøk longur. Seinastu mánaðirnar hevur kommunala tilboðið Argjaskotið hildið til í hesum hølunum.
Argjaskotið er opið mikudag, fríggjadag og leygardag og tí eru hølini upptikin fríggjakvøldið 5. oktober.
- Brúkar Argjaskotið hølið fríggjadagin 5/10, fáa vit ikki hildið veitsluna har. Tað ber til at halda veitsluna hjá okkum inni á deild okkara, men tað er ikki tann besti mátin, tí so eru vit so avmarkaði, tí so kunnu vit ikki nýta køk, dramahølið ella vera uttanfyri. Vit hava tveir valmøguleikar, fyrsti er at halda veitsluna ein týsdag, har veitslan má enda klokkan 23.00, og tað eru vit ónøgd við, tí vit ganga hóast alt á Hádeild nú. Annar møguleikin er at halda veitsluna fríggjadagin, meðan Argjaskotið er opið. Tá mugu vit halda hana inni á deild okkara, og steingja hurðarnar, soleiðis at vit ikki verða órógvaði av hinum børnunum, skrivar flokkurin í skrivi til Gunvør Balle, varaborgarstjóra, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra.
Stríðið snýr seg um, hvør hevur fyrsta rætt til at brúka skúlan.
- Frítíðarskúlin / Argjaskotið skuldi ikki havt fyrsta rætt til skúlan – tað er jú eitt frítíðartilboð. Vit halda, at skúlin og vit næmingarnir eiga at hava fyrsta rætt. Tað, at Argjaskotið ikki kann lukka eitt kvøld fyri okkum, tá ið vit eiga at hava fyrsta rætt til skúlan, er ikki rímiligt, halda vit, skriva tey í skrivinum.