Vilja hava frið at vera heima á jólum

Summi noyðast at taka til rýmingar heimanífrá og tí minna tey fólk á at halda halgidagslógina

Felagsskapurin, Heimafriður, heitir nú á kommunur, havnamyndugleikar, virkir og reiðarí um at skipa virksemið við havnirnar soleiðis, at sum minst óljóð kemur frá skipum, bingjum og virksemi á og við havnirnar.

 

Tey vísa til Halgidagslógina og Umhvørvisverndarlógina og heita á avvarðandi kommunur um at tryggja borgararum sínum heimafrið á jólum.

 

– Sum vanligt á jólum, liggja nógv skip við bryggju. Hetta merkir, at nógv fólk ikki fáa heimafrið á jólum. Summi eru so illa plágað av larmi, at tey noyðast at flýggja úr egnum heimi, so leingi skipini liggja inni.

 

Felagið heitir staðiliga á kommunurnar sum varða av havnum, har larmandi skip liggja, um at finna loysnir, sum tryggja borgaranum frið.

 

Eisini heitir felagið staðiliga á reiðarí og fyritøkur, sum varða av skipum og bingjum, at syrgja fyri, at brek á útgerð og arbeiðstólum, ið eru orsøk til óneyðugt óljóð, verða umvæld.

 

Myndina tók Jórun Christiansdóttir Høgnesen