Vilja hava fría rúsdrekkasølu

Nú 18 ár eftir, at vit fingu Rúsdrekkasølu Landsins, halda 60 prosent av føroyingum, at tíðin er komin at loyva fríari rúsdrekkasølu. Hetta vísir kanning, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt fyri Sosialin.

Sosialurin kunnger í dag eina spurnarkanning, sum vísir, at stórur meirluti av fólkinum, 59,9 prosent, vil hava fría rúsdrekkasølu.

Soleiðis kann staðfestast, at viljin hjá fólkinum sambært hesi kanning ikki endurspeglast í politiska viljanum á tingi, tí har er hvørki vilji til at loyva fríari rúsdrekkasølu ella til at loyva at bryggja sterkt í Føroyum.

Pál Weihe, formaður í Fyribyrgingarráðnum, sigur við Sosialin, at hann mælir staðiliga frá fríari rúsdrekkasølu.