Vilja hava Føroya Bjór úr Íslandi

Ølbryggjaríið Egil Skallagrím hóttir nú Føroya Bjór við sak, um føroyska brygjaríið ikki beinanvegin gevst við at selja Føroya Bjór Gull í Íslandi

Ølbryggjaríið Egil Skallagrím hóttir nú Føroya Bjór við sak, um føroyska brygjaríið ikki beinanvegin gevst við at selja Føroya Bjór Gull í Íslandi.

 

Tað sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór. Hann hevur fingið boð frá Egil Skallagrími, at íslendska bryggjaríið hevur einkarrætt til orðið »gull« á Íslandi.

 

– Vit hava selt Føroyar Bjór Gull á Íslandi síani 1981, og eingin hevur mótmælt tí, sigur Einar Waag.

 

Hann vísir á, at Føroya Bjór Gull er frá 1980 – og tað er langt áðrenn Egils slapp at bryggja sterkt øl sum gull – so kanska vit skuldu saksøkt teimum fyri at hava stolið gull-navnið frá okkum, sigur Einar Waag.