Vilja hava fleiri fótbóltshallir í Føroyum

Tað skal verða lættari at byggja fótbóltshallir í Føroyum. Tað halda teir báðir løgtingsmenninir, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum. Og nú hava teir báðir lagt uppskot fyri Løgtingið um, at landskassin skal lata 50 prosent í stuðuli, tá ið fótbóltshalllir verða bygdar. So skal tann, sum byggir, rinda hina helvtina.

Sosatt verða útreiðslurnar av at byggja eina fótbóltshøll, býtt í tvey, har landið rindar helvtina og tey, sum standa fyri byggingini, rinda hina helvtina.

 

Men teir báðir leggja dent á, at tað skal vera ein treyt, at tær hallir, sum verða bygdar við almennum stuðuli, skulu verða opnar fyri almenninginum. Tað er í lagi, at ein skal verða limur í einum felag fyri at sleppa í høllina, men tað skal ikki vera ein treyt, at bara tey, sum búgva í einum ávísum øki, sleppa at brúka hana.

 

Bill Justinussen og Jákup Mikkelsen visa eisini á, at fótbóltshallir eru vorðnar nógv bíligari hesi seinastu árini. Fyri fýra árum síðani metti Fótbóltssambandið, at ein fótbóltshøll kostat ímillum 60 og 100 milliónir at byggja, men nýggjar metingar siga, at tær kosta einar 40 milliónir.

 

– Tí er tað neyvan ein ómøgulig uppgáva at fara undir slíka verkætlan. Fyri landið fer kostnaðurin at verða 20 milliónir fyri eina slíka høll, sum hugsandi verður goldin eftir tveimum, ella trimum árum, siga teir báðir løgtingsmenninir

 

Hetta er minst triðju ferð, at Løgtingið viðger eitt slíkt mál. Seinast datt tað burtur, tí at tingið fór í summarfrí, áðrenn tað varð viðgjørt. Men annars hevur Løgtingið hildið, at hugskotið er gott og hevur stóran týdning, men tað varð felt kortini.