Nú verður farið undir at gera tvær nýggjar útstykkingar í Nes Kommunu.
Tað varð samtykt á bygdaráðsfundi fyrr í vikuni.
Jóhannus Danielsen sigur, at ein útstykking við átta grundstykkjum verða gjørdar sum eitt framhald av Gaddavegi, ímóti Toftum har tað verða átta stykki. Ein onnur útstykking, verður gjørd í einum framhaldi av Høganesvegnum, inn ímóti Runavík. Har verða eisini átta stykki í fyrstu syftu.
Borgarstjórin sigur, at bygdaráðið hevur samtykt at ogna sær lendi og projektera útstykkingina. Enn dugir borgarstjórin sostatt ikki at siga, nær tey verða byggibúgvin, men arbeitt verður nú við málinum til tað er liðugt.