Vilja hava fatur á oljuni

Irakski varaforsætisráðharrin og fyrrverandi oljumálaráðharrin er ikki í iva um veruligu ætlanina hjá amerikansku stjórnini. USA vil hava fatur á iraksku oljuni, sigur hann

Tariq Aziz, varaforsætisráðharri og einaferð olju-málaráðharri í Irak, segði í gjár, at stjórnin hjá George W. Bush, forseta hevur eitt-ans endamál við ætlanini um at leypa á Irak, og tað er at fáa ræðið á landsins olju-keldum.
Aziz vísti á, at amerikanarar halda fram við at fyrireika seg til at leypa á, sjálvt um irakar til fulnar halda tað, sum ST-trygdarráðið hevur álagt teimum.
Sambært Tariq Aziz ætla amerikanarar at leypa á, sama hvat úrslit vápnaeftirlitsmenninir hjá ST koma til.
- Amerikanska stjórnin hevur ikki sagt, at hon ætlar sær at bíða eftir frágreiðingini hjá eftirlitsmonn-unum. Hvat merkir tað so, at teir halda fram at fyrireika seg til at leypa á? Tað merkir ikki, at teir óttast Irak ella tað, sum teir kalla eina hóttan frá landi okkara. Tað merkir, at teir hava eitt heilt annað endamál, og tað er at herseta Irak og at fáa ræðið á landsins olju-keldum. Eydnast hetta, fáa amerikanarar ræðið á allari oljuni í økinum, og so kann USA leggja trýst á øll lond, sum hava tørv á olju, segði Tariq Aziz.