Vilja hava føroyingar í Oljutingið

Í annaðkvøld klokkan 19 verður fundur á Hotel Hafnia, har ætlanin er at stovna felagsskapin ?Oljutingið?. Endamálið við hesum felagsskapi er at skipa fyri fundum, fyrilestrum og øðrum tiltøkum, har tað verður kunnað og skift orð um oljuvinnu og tað virksemi, sum er knýtt at henni.

Tað eru nøkur fólk, sum onkursvegna hava tilknýti til tað komandi oljuvirksemið, ið hava tikið stig til at stovna eitt sokallað oljuting.

Ein av stigtakarununum, Alex Buvik, sum arbeiðir í Oljumálastýrinum, vónar, at nógv áhugað koma til stovnandi fundin í annaðkvøld. Talan er ikki um eitt fakfelag ol. Hetta er ein áhugafelagsskapur, sum skal vera karmur um kunning og kjak um oljuspurningar, og har tað verður høvið til at taka upp til viðgerar fakligar spurningar og viðgera hesar meira neyvt enn tá teir t.d. verða umrøddir í miðlunum og á øðrum stað.

-Kunnu vit við slíkum felagsskapi vera við til at kunna um oljuvinnuna og skapa orðakifti, so kann tað hava samfelagsligan týdning sigur Alex Buvik.

Longu fyrsta kvøldið er ætlanin at leggja út við tveimum fyrilestrum. Herálvur Joensen fer at tosa um evnið ?Ein útbjóðing - nógvar avbjóðingar?, og Gunnvør Balle um ?Samstarvsavtalur?.

Ætlanin er at skipa fyri øðrum fundum í heyst. Tá kundi t.d. eitt oljufelag greitt frá, hvussu tað hevur upplivað og virkað í útbjóðinginartíðini. Seinni, tá boring kemur í gongd, kann hugsast, at umboð fyri borifelag kundi greitt frá osfr. Evnini fara helst ikki at tróta, nú er so bara talan um at koma í gongd.

Tað, sum mest minnir um komandi oljutingið, er norska felagið ?Petroleumsforeningen?. Alex Buvik heldur annars, at vísir tað seg, at talan verður um eina týðandi oljuvinnu, so vilja uppgávurnar hjá Oljutinginum eisini blíva meira umfevnandi, ja soleiðis at man ein dag fer at skipa fyri skeiðum ol. Men tað vil tíðin vísa.

Oljutingið er bæði fyri einstaklingar og virki. Limagjaldið fyri einstaklingar verður 200 kr. og fyri feløg 1500 kr. um árið.

Hinir stigtakararnir til felagsskapin eru Magni Arge, Geir Atle Rishovd, Dávid Reinert Hansen, Jan Mortensen, Martin Heinesen og Peter Even Djurhuus.