Tólv limir í íslendska Altinginum hava lagt fram uppskot til samtyktar, har teir mæla til at lata fólkið gera av, hvussu fiskivinnupolitikkurin skal skipast í framtíðini. Íslendska stjórnin hevur boðað frá broytingum í verandi fiskiveiðilóggávu. Teir tólv tingmenninir vænta ikki, at samráðingar við vinnulívið fara at geva nakrar munagóðar broytingar, og tí mæla teir til, at fólkið skal taka avgerðina.
Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, segði á landsfundi hjá Samfylkingini í síðstu viku, at hon tekur undir við at leggja broytingarnar í fiskiveiðilóggávuni út til fólkaatkvøðu.










